Arbeiða við uppboðssølu á Eiði

Arbeitt verður við at stovna fiskamóttøku og uppboðssølu á Eiði. Eitt samtak av útróðrarmonnum og øðrum hevur gjørt avtalu við Eiðis Kommunu um at keypa móttøkuhøllina, sum kommuna hevur bygt á havnarlagnum, fyri 900.000,- krónur

Arbeitt verður við at seta enn eina fiskamóttøku og uppboðssølu á stovn. Hesaferð á Eiði. Samráðingar hava verið millum Eiðis Kommunu og fólk, sum vilja keypa móttøkuhúsið hjá kommununi á havnarlagnum.
Útróðrarmenn og onnur áhugað, hava tikið stig til at keypa móttøkuhøllina, sum Eiðis Kommuna fyri nøkrum árum síðan reisti á havnarlagnum á Eiði, til móttøku og uppboðssølu. Tey arbeiða við at stovna felag til endamálið. Samráðingar hava verið við Eiðis Kommunu um keyp av høllini, og keypið komið so nær, at bara undirskrivingin manglar.
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, váttar, at samráðingar hava verið, og at prinsippavgerð er tikin um at selja. Prísin vil hann ikki gera nakrar viðmerkingar til yvirhøvur. Men kommunan hevur góðtikið tað boðið, sum komið er, og tað hava teir, sum eiga boðið, fingið at vita. Nú manglar bara tað formella í samband við sjálvan handilin.
Ein teirra, ið er við í samtakinum, váttar, at teir hava boðið 900.000,- krónur fyri høllina,og at Eiðis Kommuna hevur tikið av hesum tilboðnum.
Talan er um ein breiðan skara av fólki, sum er við í samtakinum, ið vil keypa høllina. Tað er fólk bæði av Eiði og aðrastaðni frá. Talan er um seks útróðrarbátar, eina sølufyritøku og eina flutnignsfyritøku, sum bæði skal taka sær av at landa og at flyta fiskin til keyparan.
Tordur Niclasen, borgarstjóri, sigur, at tað frøir hann, at tað nú sær út til, at lív kemur í høllina, sum hevur staðið tóm á havnarlagnumá Eiði í nøkur ár.
Tað krevur nakað væl enn, áðrenn høllin kan nýtast til fiskamóttøku og uppboðssølu. Talan er bara um sjálva beinagrindina, sum upp er komin enn. Eitt rómt, innilokað rúm. Øll innrætting skal gerast frá grundini av, áðrenn húsið kann brúkast til ætlaða endamálið.
Tað skilst, at teir, sum ætla undir hetta tiltakið á Eiði, arbeiða fram í móti at vera klárir, tá várróðurin byrjar aftur.