Felagið Føroya Nýorka er samstarvar við Lunar Energy, SEV, Jarðfeingi og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum um eina verkætlan við sjóvarfalsorku
Tað er sum viðmerking til greinina á Portalinum fyrr í dag um eina sjóvarfalsorkuverkætlan í Suðurkorea har enska fyritøkan Lunar Energy er veitari av orkutøknini, at Kári Thomsen, formaður í Føroya Nýorka, greiðir frá, at ein slík verkætlan ? við sama felagnum, Lunar Energy í Onglandi, er í gongd í Føroyum.
- Talan er um fyrireikingar at seta eina 100KW turbinu upp í útvaldum stað t.d. Vestmannasundi ella Leirvíksfirði, sigur Kári Thomsen.
Hann greiðir frá, at verkætlanin er fyriskipað av Føroya Nýorku í samstarvi við Lunar Energy, SEV, Jarðfeingi og Náttúruvísindadeildina á Fróskaparsetrinum.
- Útlendskar fyritøkur og stovnar eru Ålborg Universitet, Niva frá Noreg, ið skal standa fyri umhvørvisárinskanningum og Volda lærustovnur í Noreg, ið skal standa fyri sosio- búskaparligari frágreiðing. Roknað verður við at vit fáa fyrstu turbinuna upp innan tvey ár, sigur Kári Thomsen, formaður í felagnum Føroysk Nýorka.