Arbeiða við lokalari loysn

Hvørji nøvn eru inni í myndini, vil Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, ikki út við.

Greitt er tó, at nevndin skal arbeiða ógvuliga skjótt, um tað skal eydnast teimum at finna ein venjara áðrenn næsta dystin hjá felagnum, sum verður longu sunnudagin, tá KÍ kemur á vitjan.

? Hava vit ikki sett nakran venjara áðrenn, verður tað helst ein lokal loysn, sum kemur at hava ábyrgdina tá, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sum heldur ikki her vil siga, hvør tað kann vera.

Greitt er tó, at tað verður Sorin Anghel, sum kemur at leiða venjingina í morgin.