Arbeiða við báðum møguleikunum

- Tað er ikki fyri at seta til viks tey vitnir, sum hava sæð Pidda Hansen leygardagin, men tað eru ábendingar um, at hann kanska kann verða horvin fyrr enn tað, sigur Bergleif Brimvík.

Hann sigur, at teir framvegis arbeiða av fullari megi at finna Pidda, men at teir eisini hava gjørt nógv burtur úr teimum teknisku sporunum.

Vit arbeiða á báðum frontum. Tað hevur týdning at finna Pidda, men teknisku prógvini viga ógvuliga tungt, sigur Bergleif Brimvík.

Teir hava funnið teknisk prógv í silvurgráa Skoda Fabia bilinum.

- Eg vil ikki koma so nógv inn á tey sporini, tí tað kann ávirka vitnisavhoyringarnar, men eg kann siga so mikið, at vit eru púra vísir í, at hesin bilurin er brúktur til at beina líkið av Pidda burtur við, sigur Bergleif Brimvík.

Hann sigur víðari, at tað er staðfest, at seinast Piddi hevur brúkt fartelefonina er fríggjanáttina, og tí arbeiða teir út frá møguleikunum, at hann kann verða horvin fríggjanáttina, samstundis sum møguleikin fyri, at tað í staðín er leygarnáttina, at hann hvarv.

Leitingin eftir Pidda heldur fram.