Tað argar fólk, sum skulu selja tómar fløskur, at tey skulu renna úr einum í annan handil, tí handlar taka ímóti teimum flsøkum, sum teir sjálvir hava selt.
Hildið verður, at um allar sodavatnsfløskur kundu seljast á einum stað, komu væl fleiri tómar fløskur inn.
Tí hevur Umhvørvisstovan nú í tveir mánaðir kannað, hvussu ein slík skipan kann gerast.
Tað er ikki so einfalt, tí fløskusløgini eru nógv, og tómar fløskur fylla nógv. Politiskur vilji er neyvan til at gera ein nýggjan stovn.
Uppskot hevur verið frammi um, at felags móttøkan kundi verið í Rúsdrekkasøluni, men hetta verður neyvan.
- Skuldu vit tikið ímóti øllum tómum fløskum, hevði tað tikið tað mesta av orkuni, og rúsdrekkasølan hevði verið eitt hjástarv, sigur Allan Skaalum, virkandi stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins.
Gongdin er, at tær flestu, øl, vín og brennivinsfløskur, sum Rúsan selur, verða latnar inn aftur tómar.
Umhvørvisstovan hevur enn ikki nakra uppgerð fyri, hvussu nógv kemur inn av fløskum, seldar i vanligum handlum.