Mánadagin keypti virkið á Tvøroyri 80.000 pund av upsa frá Roc Amadour, sum landaði í Vági.
Nakað av fiski lá niðurfyri frá vikuni undan hesari, og týsdagin hevði Fiskavirking á Tvøroyri 200.000 pund av fiski inni.
Anita og Hoyvíkingur
Bjarni Hansen, virkisleiðari, sigur, at tey vænta garnabátin, Anitu, inn í vikuni, men hann visti ikki at siga, hvussu nógv teir hava inni.
- Vit skulu eisini landa Hoyvíking í dag. Teir høvdu 600 kassar inni mánadagin, sigur virkisleiðarin.
Týsdagin var tó ikki greitt, hvør keypir fiskin hjá Hoyvíkingi.










