Arbeiða saltfisk í Porkeri

Í Porkeri arbeiða eini 8-10 fólk saltfisk í fyrrverandi roykivirkinum í bygdini. Tað er vágbingurin, John Absalonsen, sum rekur virksemið, og hann eigur eisini bygningin, har saltfiskavirksemið er.

Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, veit at siga, at tey, sum starvast á virkinum, hava havt rímiliga støðugt arbeiði, og hann fegnast um, at hetta vinnuvirksemi er í bygdini.

- Eitt og hvørt arbeiðspláss hevur stóran týdning í eini bygd sum okkara, og tað er hugaligt, at eisini vit her í bygdini eru við til at skapa okkara útflutningsvirði.

Borgarstjórin sigur, at tað eru nøkur ár síðan, at John Absalonsen fór undir saltfiskavirksemi í Porkeri.