Arbeiða norðanfjørðs

Suðuroyarfyritøkan CN-Bygg hevur úr at gera norðanfjørðs. Í næstu viku verður farið undir arbeiðið at byggja handilsmiðstøð í Gøtudali. Hetta er stórarbeiði. Miðstøðin verður 6.800 fermetrar stór og skal hava 260 parkeringspláss. Ætlandi letur hon upp í juni næsta ár. CN-Bygg byggir eisini íbúðarhús í Havn fyri KJ Contractors, og fyritøkan er eisini í ferð við at byggja ein bygning fyri Bilasøluna hjá Øssuri í Havn.