Arbeiða ókeypis fyri at hjálpa øðrum

Hesa vikuna, fara skótar at arbeiða fyri fólk fyritøkur og har teir lata alla lønina fara til vælgerandi endamál fyri at hjálpa illa støddum børnum í Føroyum og uttanlands

Tað er eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, at skótarnir kring landið fara undir eitt tiltak, tey nevna Skótahjálpin og skótar fara út at arbeiða fyri privatfólk og fyritøkur og lata peningin fara til tiltøk, ið kunnu hjálpa illa støddum børnum í Føroyum og uttanlands. Hvørt ár verða tvær verkætlanir stuðlaðar, ein í Føroyum og ein uttanlands.


Smáir herðar-stór ábyrgd

Føroyska verkætlanin í ár nevnist “Smáir herðar – Stór byrða” og hon miðjar eftir at hjálpa børnum hjá sálarsjúkum foreldrum.

Tá ið mamma ella pápi gerast sálarsjúk, verða børnini noydd at fyrihalda seg til nógv viðurskifti, ið tey ofta ikki eru búgvin til og sjúkan hjá foreldrunum fær tey at taka stóra ábyrgd heima við hús. Aloftast bera tey sínar tankar og kenslur fyri seg sjálvan,

Men sálarligu trupulleikarnar hjá foreldrunum fylla nógv í hugaheiminum hjá børnunum og tey kunnu lættliga fáa eina fatan av, at tað er okkurt tey hava gjørt ella sagt, sum hevur gjørt foreldrini sjúk.

Fáa hesi børn ikki hjálp og stuðul setur hetta eisini spor eftir sær í vaksna lívinum hjá teimum.

Endamálið við verkætlanini er at hjálpa hesum børnum við at gera tilfar til bæði børnini og foreldrini, umframt at seta á stovn samrøðubólkar fyri børn hjá sálarsjúkum.

Tá ið børn í grannalondum okkara, sum eru í slíkari støðu, verða spurd, hvat hevur hjálpt teimum best, siga flest øll, at tað besta er at hitta og práta við onnur børn í somu støðu, sum tey sjálvi.


Barnaheim fyri heimleysar gentur

Útlendska verkætlanin í ár er eitt heim fyri heimleysar gentur í Sumbawanga í Tansania í vestur Afrika. Í Sumbawanga búgva eini 80.000 fólk og mett verður, at eini 300 børn liva á gøtuni.

Felagsskapurin, Fremtid og Håb, arbeiðir ímillum gøtubørnini í Sumbawanga og hann hevur høvuðsstøð í Danmark. Nýggjasta tiltakið hjá felagsskapinum er eitt heim fyri gentur og í vár fluttu 10 gentur inn í barnaheimið. Peningurin, sum verður innsavnaður í skótahjálpini í Føroyum, fer til at geva gentunum mat, klæðir, skúlagongd og læknahjálp. Ein partur fer eisini til lønina hjá starvsfólkunum, og til at leigu fyri húsið, har barnaheimið heldur til.

Eftir at hjúnini Hans Michael og Sólfríð í Mittúni úr Klaksvík høvdu arbeitt á barnaheimunum í Sumbawanga í fjør, avgjørdu tey, at gera ein stuðulsbólk, ið kallast Framtíð og vón, og sum hevur til endamál at standa fyri at fíggja raksturin av gentubarnaheiminum.