Í sambandi við viðgerð av fíggjarlógini fyri 2004 í Løgtinginum tann 31. mars, leggur løgtingsmaður Landsverkfrøðingsstovnin undir at arbeiða ímóti einari møguligari tunnilsverkætlan millum Suðureysturoy og Suðurstreymoy.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini verður nevnt, at LV hevur gjørt eina vega- og tunnilsverkætlan í Eysturoynni, sum arbeiðir ímóti einari møguligari tunnilsverkætlan millum Suðureysturoy og Suðurstreymoy, og sum harafturat hevur nógvar keðiligar avleiðingar.
Fyri at hesar framsetingar ikki skulu standa eftir sum sannleikin, er neyðugt við hesi viðmerking.
LV hevur hvørki arbeitt ímóti einari møguligari tunnilsverkætlan millum Suðureysturoy og Suðurstreymoy ella gjørt eina vega- og tunnilsætlan í Suðureysturoynni.
Tað sum er hent í málinum er útgreinað í grein í Dimmalætting tann 27.11.03, og skal heilt stutt verða endurgivið her.
LV hevur gjøgnum tíðirnar gjørt ætlanir fyri vegakervið í Føroyum, har fleiri hugsandi møguleikar eru tiknir við. Hesir ymisku møguleikar hava so verið samanbornir, fyrimunir og vansar settir upp ímóti hvørjum øðrum, og soleiðis er roynt at koma fram til bestu og rættastu ætlanina fyri samfelagið. Eisini eru hesar ætlanir nýttar til at tryggja, at byggi- og býarætlanir ikki kolrenna við ein møguligan framtíðarveg. Hetta er ein framferð-arháttur sum er vanligur rundan um okkum, og er ætlaður at geva politikkarunum so gott grundarlag sum gjørligt at taka avgerðir út frá. Ofta hevur verið funnist at, at ov lítið er gjørt burturúr ætlanarskeiðnum.
Í hesum einstaka málinum er júst hetta farið fram, nevnliga at fleiri møguleikar eru settir upp. Orsøkin til at tað hevði skund var, at nakrar kommunur í Eysturoynni arbeiddu við býarplanum, og tí ynsktu at vita, hvar møguligar framtíðar vegalinjur vóru. LV arbeiddi við málinum og festi nakrar møguleikar á tekning, og kunngjørdi teir síðan fyri kommununum í sátt og semju, harímillum eisini tann møguleikan, sum LV nú verður lagdur undir at arbeiða ímóti. Kommunurnar høvdu meiningar um hesar møguleikar, men tær skiltu allar, at talan var um møguleikar og ikki verkætlanir.
Málið er ikki kannað víðari, ongar greiningar av fyrimunum og vansum og ongar raðfestingar eru gjørdar, onki prosjekteringsarbeiði er farið í gongd. Talan er bert um eitt yvirlit yvir nakrar møguleikar. Tó skal viðmerkjast, at tað er kannað, at ætlaninar geometriskt bera til.
Tí er tað heilt óskiljandi, at eitt samstarv millum ein landsstovn og nakrar kommunur kann verða tulkað sum stríðandi ímóti eini verkætlan, bert tí at fleiri enn tann eini møguleikin er settur upp í einum yvirliti yvir møguligar framtíðar vegalinjur.