Arbeiða fyri IOC viðurkenning

Umboð frá Ítróttarsambandi Føroya hava júst verið í Danmark, har teir hava fingið stuðul frá hinum ítróttarsambondunum í Norðurlondum fyri føroyskari viðurkenning í altjóða olympisku nevndini (IOC). Málið er at fáa viðurkenning í 2003, so at føroysk ítróttarfólk kunnu vera við í olympisku leikunum

 

Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, Sverri Midjord, næstformaður, og Petur Elias Petersen, skrivari hava júst verið í Danmark, og endamálið við hesi ferðini hjá nevndini í ÍSF er at fáa stuðul frá hinum Norðurlondunum fyri føroyskari IOC viðurkenning.

? Málið hjá okkum er at fáa viðurkenning frá IOC í 2003. Um hetta málið skal náast er neyðugt, at vit gera eitt umfatandi lobby-virksemi, so at vit fáa stuðul frá so nógvum londum sum gjørligt, sigur Heðin Mortensen úr Keypmannahavn.

Nevndin hjá ÍSF hevði eisini onnur ørindi í Danmark, og tað var at fyrireika ein fund í norðurlendsku felagsnevndini, sum verður í Føroyum í september næsta ár. Fundarskráin er løgd til rættis, og eitt punkt á skránni er føroyskur limaskapur í IOC, International Olympic Committee.


Breiðan stuðul

? Vit hava fingið stuðul frá øllum hinum ítróttarsambondunum í Norðurlondum. Eisini eru lond sum Holland, Týskland og tey baltisku londini sinnað at stuðla okkara roynd at sleppa við, sigur Heðin Mortensen, sum tó leggur afturat, at londini í Suðurevropa ikki eru eins vinarliga sinnað mótvegis Føroyum sum okkara nærmastu grannar.

Tað er ein sannroynd, at tað er torførari hjá smátjóðum at sleppa við í IOC enn hjá størri tjóðum. Tí má ítróttarsambandið gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa onnur lond at viðurkenna okkara rætt at luttaka í olympisku leikunum.

Heðin Mortensen sigur, at í næstum fer ítróttarsambandið at seta seg í samband við øll limalondini í altjóða olympisku nevndini. Hetta verður gjørt við at senda teimum ein faldara, har greitt verður frá Føroyum, og at vit lúka allar ítróttarligar treytir fyri at vera við.

Ítóttarsambandið er sostatt farið undir eina herferð, sum hevur til endamáls at geva føroyskum ítróttarfólki rættin at luttaka í olympisku leikunum.


Danska hjálp

Danska ítróttarsambandið stuðlar Føroyum í royndini at sleppa inn í hitan hjá spaniólanum Juan Antonio Samaranch, ið er forseti í IOC.

Ein konsulentur frá danska ítróttarsambandinum er settur at hjálpa føroyska ítróttarsambandinum, og Kári á Rógvi skal veita løgfrøðiliga ráðgeving.

? Tá okkara umsókn einaferð verður tikin til viðgerðar á hægsta stigi í nevndini, skal eingin ivi vera um, at vit lúka treytirnar og tí er neyðugt at vera væl fyrireikaður, sigur Heðin Mortensen.

Um eitt ár fer IOC at hava aðalfund í Íslandi. Føroyar eru bodnar við sum eygleiðarar, og tá verður aftur eitt høvi at gera vart við seg. Tá er ætlanin, at tey norðurlendsku sambondini skulu innstilla Føroyar til viðurkenning.

Í upptøkunevndini sita 126 limir, og har krevst stuðul frá meira enn helvtini av limunum.


Fíggjarligur stuðul

Um Føroyar fáa viðurkenning og soleiðis sleppa at vera við í leikunum fer hetta at hava við sær stórar fíggjarligar fyrimunir.

? Yvirskotið frá olympisku leikunum verður býtt útaftur til limalondini, og har fáa vit okkara part av køkuni. Hesin peningur verður nýttur til at fremja ítróttarligt virksemi í Føroyum, so viðurkenning frá IOC hevði gagnað føroyskum ítróttarlívi, sigur Heðin Mortensen.

Føroyar hava fyrr søkt um viðurkenning frá IOC, men henda umsókn er ikki gingin á møti enn. Tó hava Føroyar ikki fingið noktandi svar frá altjóða nevndini.

Hetta gevur Heðini góða vón um, at tað skal eydnast teimum at vinna Føroyum rætt til at luttaka í olympisku leikunum. Kanska síggja vit føroyska Merkið á leikunum í Athen í 2004, um alt gongur eftir ætlan hjá Heðini, Sverra og Petur Eliasi.