Barnavernd
Skulu tað vera ein ella tvær barnaverndir í Suðuroy.
Tað er spurningurin, sum tær sjey kommunurnar í Suðuroy hava viðgjørt tað mesta av árininum.
Kortini má sigast, at tað mest sannlíka er, at tað verður ein felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið varð upplýst, at tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava tikið undir við at tað verður ein felags barnavernd og nú skulu so allir borgarstjórarnir arbeiða víðari víð málinum.
Tað hevur annars tikið sína tíð at koma til hesa niðurstøðu, tí tær sjey kommunurnar í Suðuroy hava viðgjørt málið síðani allarfyrst í árinum.
Serliga Vágs Kommuna hevur verið ivasom, tí í býráðnum har var áhugi fyri at kanna møguleikarnar fyri at hava tvær barnaverndir í Suðuroy, eina fyri syðru helvt og eina fyri norðaru helvt.
Men tað skulu vera minst 1500 fólk í hvørjum barnaverndarøki. Í Vági býr ikki 1500 fólk og tí máttu vágbingar fáa onkra aðra kommunu við sær. Men tað fingu teir ikki, tí allar hinar seks kommunurnar í Suðuroy vilja helst hava eina felags barnavernd fyri alla oynna.
Vágs Kommuna spurdi seg eisini fyri hjá innlendismálaráðið fyri at vita um tað bar til at fáa undantaksloyvi til at stovna egna barnavernd, hóast tað ikki búgva 1500 fólk í Vági.
Men tað vildi innlendismálaráðið ikki og tá ið allar hinar kommunurnar heldur vilja hava eina felags barnavernd, er tað ein spurningur, hvørjar møguleikar vágbingar hava, uttan at vera saman við øllum hinum um eina felags nevnd.
Vágs býráð hevur ikki tikið endaliga støðu til málið, men fer at viðgera tað aftur í næstum.
Ein limur fyri hvørja kommunu
Tað varð eisini upplýst á bygdaráðsfundi í Hvalba, at ætlanin er, at tað skulu vera sjey limir í nýggju barnaverndini í Suðuroy. Tað verður sostatt ein limur úr Hvørjari kommunu.
Spurningurin um at hava fleiri limir í barnaverndini hevur eisini verið umhugsaður, men hildið varð, at tað fer at gera nevndina óneyðuga dýra og ein størri nevnd fer kanska at verða óliðiligari enn ein lítil nevnd.
Spurningurin verður so hvar umsitingin hjá barnaverndini í Suðuroy skal vera.
Porkenningar hava langt síðani bjóðað sær til at hýsa henni nýggja ráðhúsinum í Porkeri. Men herfyri samtykti Tvøroyrar Býráð at arbeiða fyri at seta eina Sosiala deild á stovn í Suðuroy og tá ið tað var til viðgerðar í býráðnum og býráðslimir duldu ikki fyri, at ein tanki við hesum var at júst skapa møguleikar fyri at hýsa umsitingini hjá eini barnavernd.