Tað hevur verið truplari enn vanligt at hildið ferðaætlanina hjá Smyrli. Tað ásannar Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Tað eru fleiri orsøkir til tað, sigur hann við FM1:
– Tá undanfarna samgonga tók við komu fýra einkulttúrar aftrat til Smyril á suðuroyarleiðini. Tað hevur gjørt, at tað er blivið upp aftur trengri. Farmamongdin er økt. Tað er trongsil bæði í Havn og á Krambatanga, sigur hann.
Í løtuni arbeiðir ein bólkur hjá Strandferðsluni við at finna nakrar loysnir. Hilmar Eliasen sigur, at ein røð av smærri tiltøkum verða sett í verk fyri at loysa trupulleikan.
– Har eru ymisk átøk á veg, sum tilsamans eiga at viðvirka til, at vit fáa avgreitt túrarnar skjótari, sigur hann og vísir á, at hetta kemur at taka tíð, tí broytingarnar verða gjørdar í smáum.
Í tíðindunum á FM1 greiddi SSL-stjórin nærri frá teimum tiltøkunum, sum eru á veg. Hoyr samrøðuna við Hilmar Eliasen við at trýsta á pílin undir myndini.