- Vit hava nú stoypt fyrstu hæddina, og stoypingin av næstu hæddini byrjar í næstum. Tað er nú, vit fara at byrja upp á sjálvan skúlan. Her verður staðstoypt, og her verða eisini súlur og dekkelementir.
Tað sigur byggimeistarin, Jóan Petur Vang á Oyrarbakka, sum eigur og rekur byggifyritøkuna, Sp/f Jóan Petur Vang. Hann og hansara menn eru í holt við at byggja Skúlan við Streymin og tilhoyrandi ítróttarhøll.
Í fyritøkuni hevur hann tilsamans 30 mans í arbeiði, harav einir 10 eru knýttir at skúla-og hallarverkætlanini á Oyrarbakka í løtuni. Men, um stutta tíð fer Jóan Petur Vang helst at hava einar 20 mans á Oyrarbakka.
Jóan Petur Vang sigur, at arbeiðið við ítróttarhøll og skúla á Oyrarbakka eftir umstøðunum gongur rímiliga væl, tó at veðrið í vetur hevur havt sína ávirkan.
- Vit hava stoypt fyrstu hæddina lidna, og stoypingin av næstu hæddini byrjar í næstum. Tað er nú, vit fara at byrja upp á sjálvan skúlan. Her verður staðstoypt, og her verða eisini súlur og dekkelementir.
Byggimeistarin sigur, at skúli og ítróttarhøll verða bygd eftir lendinum í einari, tveimum og trimum hæddum - eitt sindur forskotið, sum hann tekur til.
Parturin hjá Sp/f Jóan Petur Vang av skúla-og hallarverkætlanini á Oyrarbakka er á 63 miljónir krónur, og verkætlanin stendur væntandi liðug um ársskiftið 2019/ 2020.