Arbeiða framvegis uppá Kelduna

Hóast so mong sum sjey ár eru liðin, síðani samkomubygningurin hjá Kelduni í Skálafirði varð tikin í nýtslu, er ikki alt liðugt enn innanveggja.

Líka síðani 2004 hevur verið arbeitt at røkka hesum máli. Væl er komið áleiðis, tí bæði frískúli og barnaansing eru komin síðani tá.

Nú verður framvegis arbeitt at røkka málinum, og verður í hesum umfari hugsað um at gera fleiri skúlastovur, bókasavn og lærararúm.

- Tað er nærum ikki dagur at ikki onkur er og arbeiðir í bygninginum, verður sagt úr Kelduni. - Hesi smíða, arbeiða við el, tapetisera, mála og gera annað fyrifallandi.

Alt hetta stóra og sjálvbodna arbeiðið verður leitt av Henningi Hansen og Joan Peturi Jacobsen.