Arbeiða enn við kvinnulista

Neyðugt er at fáa inn í lógina, hvussu listaatkvøður skulu teljast. Tí fer Javnstøðunevndin at senda rættarnevndini bræv um hetta ein av døgunum

Ætlanin er, at greiða skal vera komin á spurningin um listaatkvøður beinanvegin, so kvinnulistar verða veruleiki longu komandi valg.

Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, heldur, at kvinnulistar eru ein møguleiki at fáa eina rættvísari umboðan í tinginum. Tí fer Javnstøðunevndin ein av komandi døgunum fer at senda rættarnevndini í Løgtinginum bræv, fyri at fáa nevndina at samtykkja, at listaatkvøður sambært grein 18 í vallógini skulu teljast saman innanhýsis í flokkinum. Hóast onki stendur í vallógini um, hvussu listaatkvøðurnar skulu teljast upp, so hevur verið vanligt fyrr, at listarnir taldu hvør í sær. Hetta kann hava við sær, at listaatkvøðurnar einans koma toppskorarunum og flokkinum annars til góðar, og ikki kvinnunum, sum ætlað.


Ivi stungið seg upp

Formaðurin í Javnstøðunevndini greiðir frá, at hóast kvinnurnar fingu úti við 30 prosent av atkvøðunum síðsta valg, so eiga tær bert 9 prosent av umboðanini á tingi. Hetta er úrslitið av einari valskipan, sum útilokandi tekur landafrøðilig og ikki kynslig atlit. Tí eiga atkvøðurnar til serstakir paralellir kvinnulistar veruliga at koma kvinnunum til góðar. Men av tí at ógreitt er, hvussu listaatkvøðurnar skulu teljast upp, hevur ivi stungið seg upp um kvinnulistar í veruleikanum eru eitt tvíeggjað svørð.

- Tað er ógreitt, hvussu atkvøðurnar hjá tveimum listum í sama flokki, verða taldar saman.


Kann fella báðar vegir

Fyrr eru atkvøðurnar taldar upp hvør sær, tá ið teir umdømisvaldu tinglimirnir skulu finnast, men teir eru taldir saman, tá ið eykalimirnir skulu finnast. Sostatt verða listarnir uppfataðir sum tveir ymiskir listar. Men, tá ið eykalimirnir skulu býtast, verða allar atkvøðurnar taldar saman. Tá kann avleiðingin vera, at ein eykalimur, sum til dømis er úrslitið av einum kvinnulista í Havn, fellur til ein eykamann onkra heilt aðrastaðni, sigur Kári á Rógvi.

Stillar ein flokkur ein alternativan lista upp, kann tað sostatt hava við sær, at flokkurin missur umboð á tingi, men tað kann eisini føra til, at hann vinnur.