Arbeiða enn fyri føroyskum limaskapi

Í summar var ein fundur í Føroyum, har millum onnur Frederik Harhoff luttók og greiddi frá hvussu lógarviðurskiftini vóru, fyri at Føroyar kundu gerast fullir limir í Norðurlandaráðnum.

- Tá var mín fatan, at tað ikki vóru løgfrøðiligir trupulleikar fyri, at Føroyar kundu gerast limir, og at teir trupulleikar ið vóru, kundu loysast politiskt, sigur Ole Stavad, formaður í Norðurlandaráðnum


Síðan fundin er Frederik Harhoff komin við eini nýggjari útgreining, har hansara niðurstøða er, at Føroyar ikki kann koma við í norðurlendska ráðharraráðið, tí tað er í stríð við grundlógina.
Eftir at hava hoyrt hesa nýggju niðurstøðuna helt sendinevndin hjá danska ríkinum ein fund. Á fundinum samdist sendinevndin um, at danska stjórnin, føroyska løgtingið og grønlendska landstingið, skuldu koma við einum útspæli um, hvat nú skal gerast.
- Tað er semja í tí donsku sendinevndini um, at vit vilja arbeiða fyri at fáa føroysku umsóknina ígjøgnum. Vit fara so langt sum tað er gjørligt innan lógarinnar rammur, sigur Ole Stavad.
 
Keðilig støða
Ole Stavad, formaður í Norðurlandaráðnum, hevur verið sera positivur fyri, at Føroyar skulu fáa fullan limaskap í ráðnum. Hann heldur ta støðuna, vit eru komin í nú, vera keðiliga.
- Eg skilji ikki, at vit hava kunna tosa so nógv forbí hvønn annan. Soleiðis sum eg upplivi tað, so hevur Frederik Harhoff tosa meir um Norðurlandaráðið enn um ráðharraráðið, tí tað eru eingir trupulleikar at gera Føroyar fullar limir í Norðurlandaráðnum, sigur Ole Stavad.
Hann greiðir frá, at Føroyar longu eru fullir limir í Norðurlandaráðnum. Sum tingmenn kunnu føroysku umboðini tað sama, sum umboðini úr hinum londunum. Tað er í ráðharraráðnum, at Føroyar ynskja at umboða seg sjálvar.
- Eg vil ikki royna at tulka, hví støðan er vorðin, sum hon er í dag. Tað var mín fatan, at tað ikki vóru løgfrøðiligir trupulleikar, men nú sær tað út sum, at tað verður sera torført at uppnáa fullan limaskap til Føroyar í ráðharraráðnum, sigur Ole Stavad.
 
Stríðist fyri limaskapi
Í hesi vikuni fer Ole Stavad at senda eitt bræv til donsku stjórnina, løgtingið og landstingið, har hann biður tey koma við einum ítøkiligum uppskoti til, hvat man kann gera, fyri at játta føroysku umsóknini so vítt tað er møguligt og lógligt.
- Vit eru samd um, at tær tríggjar stjórnirnar skulu koma við einum felags útspæli, sigur Ole Stavad.
Tá útspælið er komið, skal tað umrøðast saman við hinum stjórnunum í Norðurlandaráðnum, tí tær neyðugu broytingarnar í Helsingfors sáttmálanum kunnu bert fremjast, um tað er semja millum limalondini.
- Frá svenskari og finskari síðu hevur tað verið stórt ivasemi, um at broyta Helsingfors sáttmálan, tað er eitt politiskt stríð, sigur Ole Stavad.
- Men eg havi alla tíðina verið til reiðar, at stríðast fyri at fáa gjørt tær neyðugu broytingarnar í sáttmálanum, so Føroyar kunnu gerast limir, og tað eri eg enn.