Arbeiða eitt sindur við bindi fyri eyguni

Politikkurin hjá meirilutanum í Tórshavnar Býráð, er vandamikil, heldur býráðslimur, men tað eru aðrir býráðslimir ikki samdir í

Meirilutin í Tórshavnar Býráð er á vandakós, tí útreiðslurnar eru hækkaðar alt ov nógv. Tað helt Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, nú býráðið hevur viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Hann ásannar, at tað gongur óvanliga væl í Havn, og hesi síðstu trý árini hava inntøkurnar verið 212 milliónir hægri enn tað, býráðið hevur mett á fíggjarætlanini. Men tað merkir so eisini, at kommmunan hevur nógvar pengar á bók, sum ikki er brúktir.

 

Hinvegin er raksturin eisini dýrkaður 150 milliónir hesi seinastu árini, og tað er ein vandakós, tí hesar góðu tíðirnar fara ikki at vara við, og tað verður neyvan leingi til gongdin fer at venda, leggur hann afturat.

 

Tí er tað vandamikið at økja raksturin fimm present um árið, ella meiri, og tá ið arbeitt verður upp á hendan mátan, við eitt sindur av bindi fyri eyguni, verður tað so ófatiliga tungt at rætta kósina aftur, tá ið tíðirnar fara at versna aftur, og tað fer at raka hart, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Hinvegin fegnast hann um, at nógv skuld er goldin so at kommmunan er at kalla skuldarfrí. Men sum heild eru útreiðslurnar hækkaðar so nógv, at hvørki hann, ella restin av Javnaðarflokkinum í býráðnum, kunnu taka undir við fíggjarætlanini.

 

Annika Olsen, borgarstjóri vísir á, at tey leggja stóran dent á at tálma rakstrinum. Men fólkavøksturin er stórur, og tað leggur stórt tryst á kommununa at byggja ymsar hentleikur út. Eitt nú eru tað 264 børn fleiri á ansingarstovnunum nú enn fyri fáum árum síðani, og bara tað elvir til ein vøkstur upp á trý present.

 

Harumframt er talið á eldri er vaksið, umframt at fólkatalið sum heild er vaksið og tað setir økt krøv til kommunalar tænastur. Harafturat eru lønirnar hækkaða 2,6 prosent, so bara lønarhækkingar og vøksturin í barnatalinum økja raksturin yvir fimm present.

 

– Tað er ein risaavbjóðing at tálma rakstrinum, men tað verður gjørt so líðandi fyri at sleppa undan at høgga bremsurnar í og málið er at raksturin skal ikki økjast meiri enn trý prosent

 

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, Tróndur Sigurðsson ávarar um gongdina. Les meiri um tað her: Hetta fer at gera enda á okkum.

 

Bergunn Kass, býráðslimur fyri Framsókn vísir á, at hetta nýggja býráðið hevur arvað stórar útreiðslur til ymsar útbyggingar frá undanfarna býráði.

 

– Tær hava vit átikið okkum at fullføra. Men tá ið vit so hava fullført tær, og ætla okkum í holt við okkara hjartamál, er tað undarligt, at vit so skulu fáa boð um at spara, heldur hon.