Arbeiða drukkin

Ein nýggj frágreiðing avdúkar, at tað er so sum so við arbeiðslagnum á svenska kjarnorkuverkinum Forsmark. Í frágreiðingini stendur millum annað, at tað hendir meiri enn so, at starvsfólk eru drukkin, meðan tey eru til arbeiðis á verkinum, og at hetta í fleiri førum kundi havt elvt til deyðsvanlukkur. Eisini verður víst á, at talið av óhappum á Forsmark-verkinum er økt munandi tey seinastu árini. Í 2005 vóru 22 óhapp skrásett, men í fjør kom talið heilt upp í 68, stendur í frágreiðingini.