Arbeiða aftur á laksavirkinum í Vági

?Men hitin verður stokkutur, í hvussu so er í fyrstu atløgu og smoltið, sum er sett út, sleppur ikki at veksa til laks, men skal drepast aftur

Aling

Suðuroy: Nú er aftur arbeiði á laksavirkinum í Vági.
Men í fyrstu syftu verður tað ein stokkurtur hiti, tí tað er meiri enn ivingarsamt um nøkur aling yvirhøvur verður í Suðuroy framyvir.
Og arbeiðið, sum nú verður á virkinum, er bara á sláturvirkinum, tí á sjálvum tí stóra góðskingarvirkinum, verður onki arbeiði.
Alivinnan í Suðuroy er býtt sundur í trý. Atlantic Seafarm stendur fyri alingini á sjónum. Men tað hevur tvey onnur feløg knýtt afturat sær. Tey eru felagið Hovsá, sum er smoltstøðin og felagið Suðurlaks, sum er laksavirkið á landi.
Hetta var samstundis einasta alivirki í Suðruoy, umframt smoltstøðina í Fámjin.
Eftir at teir, sum áttu alt hetta virksemið, ikki longur kláraði sínar skyldur, er øll fyritøkan umskipað og nýggjur nevndarformaður er fyribils Kristian Andreasen, lógfrøðingur í Havn.
Kristian Andreasen sigur, at tað fyrsta, sum liggur í kortunum, er at taka tann fiskin, sum er svimur í aliringunum á sjónum og sum er klárur at taka.
Hann segði fríggjadagin, at gekst sum ætlað, skuldi arbeiðið byrja í dag, men í øllum førum verður tað fyrsta dagin.
Alingin í Suðuroy hevur verið hart rakt av ILA og nógvur fiskur er deyður í ringunum.
? Í fyrstu syftu verður fiskurin tikin í alibrúkunum, sum eru rakt av ILA, sigur Kristian Andreasen. Hann sigur, at leyðsliga mett er talan um sløk 1.000 tons og hann væntar at tað fer at taka ein mánað at taka tann laksin.
Men hann sigur, at táið tann fiskurin er tikin, verður farið undir næsta stigið og tað verður at taka fiskin úr hinum ringunum.
Nevndarformaðurin sigur, at til alt hetta verður arbeiði hjá einum 30-40 fólkum tað mesta, sum eftir er av árinum.

Vandi fyri at alt steðgar
Spurningurin er so, hvussu verður við alingini í Suðuroy framyvir.
?Tá ið árið er runnið, er alt tikið, sum nú kann takast og hava vit tá ikki funnið nakran, sum er áhugaður at seta pening í fyritøkuna aftur, er vandi fyri alt steðgar.
Kristian Andreasen sigur, at samstundis er als ongin avgerð tikin um, hvussu verður við góðskingarvirkinum .
Á roykivirkinum í Porkeri er alt arbeiði eisini steðga og tað liggur heilt uttanfyri hansara arbeiðsøki, so tað hevur Kristian Andreasen onki við at gera yvirhøvur.
Hann sigur, at tað er heldur ikki gjørt av, um meiri smolt at setast á sjógv og, um so verður, hvussu nógv smolt skal setast á sjógv.
?Annars er smolt longu sett út í ringar á Vágsfirði, men tað smoltið sleppur ikki at veksa til laks, tí tað skal takast uppaftur og fyribeinast.
So vítt, vit hava fingið upplýst, er talan um upp ímóti einari millión smolt, sum nú skal fyribeinast aftur.
Hann sigur, at hetta er fyri at binda um heilan fingur, tí tað eru óráð at seta molt á sjógv, so leingi framtíðin hjá alivingini í Suðuroy er so ógreið.
?Tað krevur ógvuliga nógvan pening at fáast við aling og fyrrenn vit vita, um alingini í Suðuroy yvirhøvur er lív lagað, loysir tað seg ikki at seta smolt á sjógv, sigur Kristian Andreasen.