Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, leggur ikki fingrarnar ímillum, nú hann er í USA og tosar við George W. Bush, forseta og aðrar amerikanskar leiðarar.
Longu áðrenn hann fór úr Ísrael, segði Sharon, at amerikanska stjórnin eigur at vraka Yasser Arafat sum umboð fyri palestinska fólkið. Talsmenn hjá Sharon hava sagt, at Ísrael er til reiðar at samráðast við palestinar - ikki við Arafat, men við aðrar palestinskar leiðarar. Sharon sjálvur hevur fyrr sagt, at tað hevði verið gagnligt við einari ráðstevnu um Miðeystur, men hann legði eina við, at hann fer ikki til samráðingarborðið saman við Arafat.
Á vitjanini í USA ætlar Sharon at sannføra amerikanarar um, at heldur ikki teir eiga at hava nakað við Arafat at gera. Við sær til USA hevði Arafat eina rúgvu av skjølum, sum sambært ísraelsmonnum prógva, at Arafat í fleiri førum játtaði pengar til felagsskapir, sum skipaðu fyri yvirgangsatsóknum í Ísrael. Skjølini vísa sambært ísraelsmonnum eisini, at trygdartænasturnar hjá Arafat fylgdu gjølla við virkseminum hjá felagsskapum sum Hamas, Islamskum Jihad og Al-Aqsa, men tað er ógreitt, um Arafat eisini góðkendi atsóknirnar hjá felagsskapunum.
Tá hann kom til USA mánadagin, hitti Sharon fyrst Colin Powell, uttanríkisráðharra, og í gjár skuldi hann so tosa við Bush forseta.









