Arafat hevur grivið sína egnu grøv

Amerikanska stjórnin sigur nú, at Yasser Arafat hevur oyðilagt sínar møguleikar at gerast leiðari í einum sjálvsstøðugum palestinskum ríki

Árni Joensen
- Arafat hevur grivið sína egnu grøv, tí hann hevur stuðlað harðskapinum, og tí hann hevur roynt at smugla vápn. Hann hevði møguleikan at gerast forseti í einum palestinskum ríki um ikki so langa tíð, men lat sjálvur hendan møguleikan gleppa sær av hondum.
So greiður var talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, tá hann í gjár gjørdi støðuna hjá amerikansku stjórnini upp.
- Vit kundu verið komin langt og rokkið nógvum málum, men tann møguleikin er farin, tí teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir valdu at nýta harðskap og at smugla vápn, sjálvt um hetta var í stríð við Oslo-sáttmálan um frið í Miðeystri, segði talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta.
"Karine A"
Hann vísti á tilburðin tann 3. januar, tá ísraelsmenn steðgaðu farmaskipinum "Karine A" í Reyðahavinum. Umborð funnu teir eina rúgvu av vápnum. Arafat hevur hildið uppá, at hann visti einki um vápnini, men amerikanska stjórnin vil ikki trúgva honum og sigur, at hon hevur ikki álit á palestinska leiðaranum longur.
Mánadagin ringdi Bush forseti til egyptiska forsetan, Hosni Mubarak, sum verður hildin at vera tann arabiski leiðarin, sum hevur besta sambandið við Arafat. Í telefonsamrøðuni greiddi Bush frá, at hann var vónsvikin av Arafat og vísti serliga á vápnini umborð á tí tikna skipinum.
Hóast USA sostatt av álvara er farið at venda palestinska leiðaranum bakið, vissaði Ari Fleischer umheimin um, at amerikanska stjórnin framvegis tekur undir við ætlanini um eitt palestinskt ríki. Men talsmaður forsetans legði tó afturat, at hetta er eitt mál, sum verður trupult, og sum fer at taka drúgva tíð.
Í morgin skal serligi Miðeystur-sendimaðurin hjá ST, norðmaðurin Terje Rød Larsen, hitta amerikanskar politikarar, men orðini hjá Bush og talsmanni hansara geva ikki tær bestu vónirnar um nakað framstig.