Arafat grivin uppaftur

Leivdirnar av fyrrverandi palestinska leiðaranum Yasser Arafat eru í morgun tiknar úr grøv hansara í Ramallah á Vestara Áarbakka, og teir næstu dagarnar fara serfrøðingar úr Sveis, Fraklandi og Russlandi at kanna tær.

Arafat doyði á einum fronskum sjúkrahúsi í 2004. Tann almenna frágreiðingin var, at hann doyði av heilabløðing, men einkjan hevur alla tíðina hildið uppá, at maður hennara bleiv eitraður.

Ein rannsóknarstova í Sveis, sum hevur kannað klæði og annað hjá Arafat, kom fram á evnið polonium, og tí bleiv avgjørt at kanna leivdirnar av tí gamla leiðaranum.