Arafat er sum ein yvirgangsmaður

Tað sigur fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Barak

Ehud Barak er í hesum døgum í USA, har hann hevur hitt fleiri embætismenn í stjórnarumsitingini í Washington.
Á einum tíðindafundi í gjár varð Barak spurdur, hvat hann heldur um palestinska leiðaran, Yasser Arafat, og lut hansara í ófriðinum. Barak svaraði, at Arafat sær út sum ein yvirgangsmaður og háttar sær sum eisini sum ein slíkur.
? Kanska er hann eisini yvirgangsmaður, segði Ehud Barak.
Fyrrverandi forsætisráðharrin helt, at tað er neyðugt og rætt at siga sannleikan um palestinska leiðaran, fyri at fólk kunnu gera sær eina mynd av manninum. Hvør myndin so verður, er upp til hvønn einstakan at gera av, segði hann.
Amerikanskir eygleiðarar vóru ikki sørt ovfarnir av orðalagnum hjá fyrrverandi ísraelska forsætisráðharranum. Teir vísa á, at Barak og Arafat komu næstan á mál við einari friðaravtalu á sumri í 2000, og orð Baraks vísa bert, hvussu breið gjógvin millum ísraelsmenn og palestinar er vorðin, siga eygleiðararnir í Washington.