Meðan tey flestu vesturlendsku sjónvørpini valdu at klippa ein part av myndunum burturúr, valdi arabiska sjónvarpið Al-Jazeera at vísa allan tilburðin i moskuni í Fallujah.
-Vit vísa ikki myndir av sivilfólki, sum verða hálshøgd ella avrættað á annan hátt. Men her er talan um eitt morð, sum hevur beinleiðis samband við kríggið, og tá er markið øðrvísi, sigur talsmaðurin já Al-Jazeera, Jihad Balut, við Reuter.
Myndirnar hjá Al-Jazeera hava elvt til øsing víða hvar í tí arabiska heiminum. Á gøtuni í jordanska høvuðsstaðnum Amman fekk tíðindastovan AP at vita, at amerikanararnir eru brotsmenn, og Reuter skrivar úr Dubai, at hatta var ikki tað, sum arabarar høvdu væntað sær av teimum, sum siga seg umboða tann demokratiska heimin.
Fyrr hava nógvir arabarar funnist at iraksku mótstøðumonnunum, ti teir brúktu moskurnar sum verjustøðir, men at amerikanararnir avrætta ein krígsfanga í einum av teimum halgu húsunum er teimum ovboðið.
Arabiska blaðið Al-Sharq Al-Awsat samanbar tilburðin í moskuni í Fallujah við tað, sum hendi í Abu Ghraib-fongslinum í Bagdad. Blaðið vildi vera við, at tilburðir sum hesir máa støðið undan amerikanska páhaldinum um, at teir eru komnir til Irak við demokratii og rættvísi.










