Aqua, Zara Larsson og Roger Hodgson úr Supertramp

Tey eru høvuðsnøvn á ársins Summar Festivali, sum nú hevur kunngjørt skránna fyri festivalin í ár

Tey eru høvuðsnøvn á ársins Summar Festivali, sum nú hevur kunngjørt skránna fyri festivalin 2018

 

Summar Festivalurin 2018 verður fimtandi festivalurin í røðini, og tað verður hátíðarhildið við stórum altjóða bólkum, spennandi føroyskum nøvnum og serligum føðingardagstiltøkum.

 

Tað er greitt, nú Summar Festivalurin kunnger skránna fyri ársins festival.

 

Konsertir verða á teimum trimum høvuðspallunum í tríggjar dagar, og harafturat koma skráir fyri Silvaland og annað undirhald seinni.

 

Hóskvøld verður Aqua høvuðsnavn á Vágsbøi, fríggjakvøld Zara Larsson og leygarkvøld Roger Hodgson úr Supertramp. Harafturat verða nógvar spennandi framførslur við føroyskum bólkum.

 

Fríggjakvøldið verður serliga fagnaðarkonsert, nú fimtandi Summar Festivalurin verður hildin. Tá fara 15 sangarar at syngja 15 sangir, sum hava sett dám á undanfarnu festivalar. Hetta verður ein av stóru løtunum á ársins festivali.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.

 

***

 

 

SUMMAR FESTIVALURIN 2018

Hósdagur 9. august

Vágsbøur

22.00: Aqua

01.00: JoKa

 

Tjaldið

20.00: Jasmin

23.45: Hitmen

 

Torgið

21.00: Ólavur á Váli

00.15: Guðrun Sólja

 

***

 

Fríggjadagur 10. august 

Vágsbøur

21.00: Zara Larsson

00.00: Heidrik

02.15: SF15 fagnaður

 

Tjaldið

20.00: T.O.S

22.30: Lena Anderssen

01.00: Kjølar

 

Torgið

19.00: Asta & Liza

23.15: Sámal Ravnsfjall

01.45: Ingi Poulsen

 

***

 

Leygardagur 11. august

Vágsbøur

14.00: SF15 føðingardagur

16.00: Gospelkonsert v/ Vanju Carlsen, Heina Lützen, Fríðbjørg Jensen og fleiri

18.00: Tinganest

22.00: Roger Hodgson

01.00: Hamradun

02.30: VSJ ft. Davur

 

Tjaldið

17.30: Guðmundur R

20.00: Bjarki Hansen

23.45: Aria

03.00: Páll Finnur Páll

 

Torgið

15.00: Blue Coat Brass Band

17.00: Eyðun Jacobsen

19.00: Ingibjørg Hansen

21.00: Eyðun Nolsøe

00.15: Blue Coat Brass Band

02.00: Kim Hansen