Aqua-Lena koyrir trillubøru í Nólsoy

Eftir væleydnaðu konsertina á Vágsbøi í gjárkvøldið, gjørdu Aqua-fólkini sær ein túr út til Nólsoyar í dag.

Í gjárkvøldið framførdu tey eina brakandi konsert á Summar Festivalinum í Klaksvík, og í dag hava tey vitjað í Nólsoy, har tey eisini sluppu at royna flottu trillubørurnar hjá nólsoyingum, sum bygdarfólk og ferðafólk kunnu læna ókeypis til flutning í bygdini.

 

Aqua er eitt av høvuđsnøvnunum á Summar Festivalinum, og sagt varð úr Klaksvík í gjárkvøldið, at tey vóru í toppformi og spældu eina lívliga og festliga konsert, sum veruliga fekk stóru áskoðarafjøldina á Vágsbøi at hoppa og dansa.

 

Tá dansk/norska trioin trein á pallin í gjárkvøldið, hoyrdist skjótt á áskoðarafjøldini, at tey gleddu seg at hoyra ársins høvuðsnavn. René Dif og Lene Nystrøm vóru bæði í glimmurjakkum, René í svørtum og Lene í silvur, og tey løgdu fyri við stóra hittinum, Around the World frá ár 2000.

 

Eftir væleydnaðu konsertina á Vágsbøi í gjárkvøldið, gjørdu tey sær so ein túr út til Nólsoyar í dag, og lítið man vera at ivast í, at hesin túrurin eisini hevur verið eitt upplivilsi fyri Aqua-fólkini, sum eftir myndunum á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - rættiliga síggja út til at hugna sær í Nólsoy.