Í dag byrjar EM-endaspælið í fótbólti í Póllandi og Ukraina, men tað er ikki vist, at allir spælararnir hava líka nógv at gleða seg til. Í hvussu fingu teir tríggir littu spælararnir á niðurlendska landsliðnum eina óhugnaliga móttøku, tá teir vandu saman við liðfeløgunum á vøllinum í polska býnum Krakow fyrrakvøldið.
Ikki færri enn 25.000 fólk vóru komin á vøllin hjá Wisla Krakow at hyggja at teimum niðurlendsku spælarunum. Men longu undir upphitingini varnaðust spælararnir rasistiskar heilsanir frá nøkrum av teimum polsku áskoðarunum, og tað fekk venjaran Bert van Marwijk at flyta upphitingina til hin endan av vøllinum.
Niðurlendska blaðið AD Sportwereld skrivar, at nakrir av teimum polsku áskoðarunum heilsaðu spælarunum Wilfred Bouma, Ibrahim Afellay og Nigel de Jong við apuljóði og øðrum ósømiligum atburði. Sambært blaðnum vóru spælararnir skelkaðir av hesum. Fáar tímar frammanundan høvdu teir verið og hugt at týningarleguni í Auschwitz, har nazistarnir beindu fyri meiri enn einari millión jødum.
Niðurlendska fótbóltssambandið vil ikki gera viðmerkingar til hendingina í Krakow.