Apple hevði í øðrum roknskaparársfjórðingi eina sølu, sum var betri enn greinarar høvdu væntað. Myndin er tikin í gjár í einum Apple-handli í Miami í Florida. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix

Apple setur met við sølu av iPhone

Apple hevði í øðrum roknskaparársfjórðingi eina sølu upp á meira enn 600 milliardir krónur

 

Apple hevði í øðrum roknskaparársfjórðingi eina sølu, sum var betri enn greinarar høvdu væntað. Myndin er tikin í gjár í einum Apple-handli í Miami í Florida. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix

Met søla av vælumtóktu iPhone annað roknskaparársfjórðingin hjá Apple gevur felagnum betri sølu, enn greinarar høvdu væntað.

Tða vísir roknskapurin hjá Apple.

Telerisin, sum er heimsins virðismesta felag, kundi staðfesta eina sølu fyri 94,9 milliardir dollarar. Tað svarar til 641 milliardir krónur.

Greinarar høvdu mett eitt fall upp á 4,4 prosent í søluni hjá Apple, men tað megnaði felagið at skerja til 2,5 prosent – ikki minst tí at tað eydnaðist felagnum at sleingja fleiri iPhones um skivuna enn væntað.

Sølan av iPhone hækkaði við 1,5 prosentum samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Síðani vælumtókta telefonin kom á marknaðin í 2007, er hon vorðin alsamt størri partur av vinninginum hjá Apple, og í júst farna roknskaparársfjórðingi stóð hon við 51 milliardum dollarum fyri góðum helmingi av samlaðu søluni hjá Apple.

Í veruleikanum hevur Apple ongantíð selt so nógvar iPhones í einum roknskaparársfjórðingi, sigur stjórin Tim Cook.

– Vit hava sett met við iPhone-nýtsluni í so at siga øllum londum, og vit hava havt betri sølu í vaksandi markanðu, serliga í Brasila, India og Mexico, sigur stjórin.

Fíggjarstjórin í felagnum, Luca Maestri, sigur harumframt, at bruttomarginalurin liggur millum 44 og 44,5 prosent. Tað er eitt sindur betri enn tey 43m7 prosentini, sum greinarar høvdu mett.

Bruttomargan er eitt tal, sum vísir, hvussu nógv at felagsins umsetningi er eftir, tá variablar útreiðslur er trektar frá. Variablar útreiðslur er eitt nú útreiðslur í sambandi við framleiðslu og sølu.

Og partabrævamarknaðurin tyktist eisini at taka væl ímót, at Apple var eitt sindur meira rentabult enn greinarar høvdu mett. Partabrævið hækkaði tvey prosent.

/ritzau/

 

Apple hevði í øðrum roknskaparársfjórðingi eina sølu, sum var betri enn greinarar høvdu væntað. Myndin er tikin í gjár í einum Apple-handli í Miami í Florida. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix