Apple framleiðir bil

Ætlandi skal fyrsti Apple bilurin vera á vegnum í 2019, sambært Wall Street Journal.

Keldur hjá amerikanska blaðnum siga, at Apple er í ferð við at menna ein bil. Verkætlanin hevur fingið loyninavnið Titan og toymisleiðararnir hava júst fingið loyvi at økja um toymið frá 600 arbeiðsfólkum til 1.800 fólk og fyrr í ár skifti ein fyrrverandi stjóri í bilfyritøkuni Fiat Chrysler yvir til Apple at arbeiða. 

 

Eftir ætlan skulu fyrstu bilarnir vera á vegnum í 2019. Enn veit eingin, hvussu ein Apple bilur fer at síggja út, og hóast ætlanir eru um at gera føraraleysar bilar, so fara fyrstu útgávurnar allarhelst at krevja, at bilførarin sjálvur koyrir. 

 

Lekin um ætlanirnar hjá Apple stava frá akstovuni í California. Apple hevði ein fund við akstovuna um ætlanirnar at gera ein føraraleysan bil og tá var árið 2019 nevnt. Flestu serfrøðingar ivast tó í, um Apple náa at gera ein bil frá grundini av á so stutta tíð.