Appir til teirra sum bera brek

Alsamt fleiri appir vera mentar til telefonir og teldlar, sum venda sær til teirra, ið bera brek.

Alsamt fleiri appir vera mentar til telefonir og teldlar, sum venda sær til teirra, ið bera brek. Appir, ið venda sær til fólk við ADHD, aspergers, Downs, autismu, orðblindni, epilepsi og mongum øðrum, verða mentar, við tí fyri eyga at lætta um hjá teimum, ið bera brek.

 

Appirnar fevna bæði um kalendarar og klokkur, spøl, forrit at menna minni hjá fólki, at menna hoyrnina og hjálp at læra seg at lesa og skriva.

 

Undir yvirskriftini Bøtandi apps til fólk, ið bera brek á av, hevur Almannaverkið eina áhugaverda leinkju til ymiskar appir, við serligum møguleikum til fólk, ið bera brek.

 

Appirnar eru til iPhone, iPad, Androidtelefonir, teldlar og Windows Phone. Yvirlitið er skipað eftir brekinum, so viðkomandi appir eru lættar at finna.