Hjalti Gunnarstein er 44 ára gamal. Hann tók prógv sum cand. pharm. í 1990
og hevur síðan starvast innan apotek, bæði í Føroyum og í Danmark, tó mesta partin av tíðini sum deildarleiðari á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn.
Hjalti Gunnarstein tekur við starvinum 1. oktober 2005.