Apartheid-offur krevja endurgjald

Fólk, sum vóru offur fyri harðrenda apartheid-stýrinum í Suðurafrika, krevja nú fleiri milliardir dollarar í endurgjaldi. Og tey hava fingið sær ein kendan, men umstríddan sakførara

Í gjár fór sakførarin Ed Fagan í rættin við einum kravi um, at svørt, sum liðu undir tí harðrenda apartheid-stýrinum í Suður-afrika, skulu hava fleiri milliardir dollarar í endurgjaldi.
ED fagan hevur roynt seg við endurgjaldskrøvum fyrr. Tað var hann, sum fekk sveitsiskar bankar at rinda eina milliard dollarar í endurgjaldi fyri jødar, sum vórðu týdnir undir seinna heimsbardaga. Tá legði hann eisini sak ímóti nøkrum av teimum størstu ídnaðarfyritøkunum, sum noyddust at rinda teimum avvarandi stórt endurgjald.
Hesaferð sigur Ed Fagan, at hann er sakførari hjá einum hópi av svørtum, sum liðu undir apartheid-stýrinum. Kravið er ikki vent ímóti núverandi myndugleikunum í Suðurafrika, men heldur 34 altjóða fyritøkum, sum sambært sakføraranum gjørdu sær dælt av táverandi lóggávuni í Suðurafrika. Millum tær 34 fyritøkurnar eru DaimlerChrysler og USB and Credit Suisse.
Stjórnin í Suðurafrika stuðlar ikki Ed Fagan, men tað ger tann kendi suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu. Ed Fagan hevur funnist at stjórnini, tí hon eftir hansara tykki hevur gjørt alt ov lítið fyri at verja rættindini hjá ofrunum undir gamla apartheid-stýrinum.