Tað eru nú eini trý, fýra ár síðani, at Atlantic Petroleum sum partur av fleirbýttum loyvi, fekk tillutað eitt øki á Crosby-leiðini.
- Vit hava arbeitt miðvíst seinasta árið við ætlanunum, og nú er tíðin so búgvin til at gera royndarboring á økinum, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Hann sigur, at talan er um eitt av teimum heilt góðu prospektunum hjá felagnum.
- Boringin fer fram á rættiliga grunnum vatni, og tí rokni eg við, at vit rættiliga skjótt fáa eina ábending um brunnin. Men tað sær rættiliga gott út, og boringin fer fram nær við Lennox-feltið, so tað verður lætt at binda í, sigur Wilhelm Petersen.
Hann roknar við, at tað fer ikki at ganga meiri enn ein mánaður ella so, áðrenn úrslitið av royndarboringini fyriliggur.
- Hendan royndarboringin kemur í kjalarvørrinum av fyrireikingunum til boring úr Ettrick-feltinum, har felagið byrjar at framleiða olju seinast í hesum mánaðinum.
Hetta er ein positiv tíð fyri Atlantic Petroleum. Samstundis sum vit framleiða olju á Chesnut-økinum og fara undir framleiðslu á Ettrick síðst í hesum mánaðinum, gera vit royndarboringar á Crosby. Hartil er endurfíggingin av lánunum hjá felagnum fingin upp á pláss, so alt í alt er hetta góðar tíðir, sigur Wilhelm Petersen.
Tað er heldur ikki meiri enn hálvt ár síðani, at teir hava fingið fýra boriloyvir í føroyskum øki, og tey loyvini vara í fýra ár fram.
- Í løtuni eru vit í holt við at tulka seismikk á føroyskum øki, og vit skulu hava framt royndarboringar áðrenn loyvini ganga út, sigur Wilhelm Petersen.
Seks feløg eiga í loyvinum, og parturin hjá Atlantic Petroleum er 7,5%.