Novak Djokovic vann í dag sína áttandu Australian Open finalu, tá hann sigraði í fimm settum móti unga Dominic Thiem.
Tað var eisini Djokovic, sum kom best frá byrjan, og hann legði seg á odda 3-0 í fyrsta setti. Thiem megnaði at spæla seg aftur til 3-4, áðrenn Djokovic aftur legði trýst á og vann fyrsta settið 6-4.
Eysturríkski Thiem bardi seg til sigur í øðrum setti, og tá sá tað út til, at Djokovic var í ferð við at missa konsentratiónina. Djokovic misti eina servu, tá dómarin metti, at hann brúkti ov nógva tíð, og hetta fekk ónøgdina at flóta yvir hjá Djokovic. Tá Thiem og Djokovic skiftu síðu áðrenn seinasta partíið í settinum, klappaði Djokovic dómaranum forhánisliga á fótin, áðrenn hann fortaldi honum, júst hvat hann helt um dómaraavrikið. Lítið hjálpti, og Thiem servaði seg til 4-6 sigur.
Thiem helt fram við góða spælinum í triðja setti, sum hann eisini vann 2-6.
Í fjórða setti tóktiskt tað at klárna í høvdinum hjá Djokovic, og settið vann hann eisini 6-3.
Farið varð so út í fimta og avgerðandi settið, og eftir tríggjar feilir frá Thiem í triðja partíi, fekk Djokovic brotið servu og lagt seg á odda. Djokovic lá eisini omaná alt settið, sum hann vann 6-4.
Tað gjørdist tí ikki hesaferð, at nýggjur Grand Slam vinnari skuldi finnast millum yngru rekkjurnar í tennis heiminum. Djokovic, Nadal og Federer hava vunnið seinastu 13 Grand Slam kappingarnar, og vit skulu heilt aftur til 2016 at finna ein annan vinnara, tá Stan Wawrinka vann US Open.