Festival summarið
Jóansøkufestivalurin byrjar alt meira at taka skap og festivalurin kunnger í dag, at Anytime við Brandi Enni verur á skránni hjá festivalinum við sínum popp rokki.
Brandur Enni er farin frá støðuni sum barnastjørna til at vera oddamaður í einum bólki, ið spælir hansara løg. Bólkurin varð stovnaður í fjør, tá Brandur var liðugur í fólkaskúlanum og saman við nøkrum vinmonnum avgjørdi at stovna ein bólk. Bólkur luttók á Asfalt síðsta vikuskiftið, og sambært ummælaranum hjá Dimmu, var konsertin sera góð. Brandur hevur seinasta árið verið fleiri ferðir í Svøríki og smíðað nýggjar sangir í samstarrið við ymiskum kendum sangskrivarum.
Anytime er: Brandur Enni, sang, gittar, trompet og kornett, Leivur Samuelsenm, trummur, Bárður Poulsen, bass, Sveinur Dam, el-gittar, Heini Ragnarson, trompet og Jákup Wardum, klaver.
Jóansøkufestivalurin hevur avdúka stóran part av skránni til festivalin, men nú tríggjar vikur eru eftir til festivalurin fer av bakkastokki, eru enn eini 5-6 nøvn eftir at kunngera, sigur Dennis Holm fyriskipari.
Higartil hevur Jóansøkufestivalurin kunngjørt hesi trettan nøvnini: Andrew Strong, Carpark North, Páll Finnur Páll, Thorbjørn Risager: Blue 7, Den Danske Mafia, Land og Synir, Deja Vu, Gogo Blues, Maria Guttesen, Rasmus Lyberth, 200, Robert og Vinmenn og Anytime.










