Antony Blinken er komin til Kyiv

- Eg eri amerikanska fólkinum takksamur fyri stuðulin, sigur Volodymyr Zelenskyj, sum í kvøld hittir bæði uttanríkisráðharran og verjumálaráðharran hjá USA í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Blinken og Zelenskyj fundast í Kyiv, og á fundinum luttekur eisini amerikanski verjumálaráðharrin.

Í kvøld upplýsir ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga. Lagt verður aftrat, at Zelenskyj og Blinken fundast í høvuðsstaðnum, og á fundinum luttekur eisini amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin.

 

Volodymyr Zelenskyj vísir í kvøld á, at ukrainar í tveir mánaðir hava verið í bardaga ímóti russiskum herdeildum - ella russisku "aggressiónini", sum hann málber seg.

 

- Eg eri forsetanum Joe Biden og amerikanska fólkinum takksamur fyri stuðulin, sum veittur er Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

##med2##

 

Ukrainski forsetin sigur eisini, at ukrainska fólkið stendur samlað og sterkt, og at vinalagið og samstarvið millum Ukraina og USA er sterkari enn nakrantíð.

 

Antony Blinken og Lloyd Austin eru fyrstu amerikansku ráðharrarnir, sum vitja í Ukraina, síðan Russland byrjaði sítt álopskríggj móti landinum hin 24. februar.

 

Sambært ráðgevanum hjá ukrainska forsetanum, Oleksij Arestovytsj, fer Volodymyr Zelenskyj at heita á USA um at lata Ukraina máttmiklari vápn í stríðnum móti russisku herdeildunum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Blinken og Zelenskyj fundast í Kyiv, og á fundinum luttekur eisini amerikanski verjumálaráðharrin.