Anton Øster er nýggjur húsavørður

Tvøroyrar kommuna hevur sett Anton Øster sum húsavørð á Ítróttardeplinum.

Tvøroyrar kommuna hevur sett húsavørð í ítróttardeplinum við Stórá, og tað er Anton Øster.

 

Anton er útbúgvin bygningssnikkari, men hevur stóran part av sínum yrkislívi rikið gartnarí.

 

Í leiklutinum sum gartnari hevur hann áður loyst uppgávur fyri kommununa, og eitt nú hevur hann tikið sær av vælumtóktu plantingini í miðbýnum.

 

- Starvið er hálva tíð og fevnir eitt nú um alt vanligt viðlíkahald og reinhald av húsi, vølli og økinum rundan um hesi, veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag.