Anton í læru hjá Bela Tarr

Anton Petersen úr Havn er sloppin inn á nýggja filmskúlan Film Factory, sum stóri filmsleiksttjórin Bela Tarr hevur sett á stovn.

Skúlin, sum er í Sarajevo, er eitt trý ára PhD skeið, har sjálv PhDverkætlanin er ein spælifilmur í fullari longd.

Umsóknarfreistin at verða upptikin á Film Factory var upprunaliga úti í oktober í fjør. Àhugin var stórur við fleiri hundratals umsøkjarum úr øllum heimspørtum. 14. desember vórðu nøvninu á 17 upptiknu luttakarunum almennakunngjørd.

Men eftir øllum at døma hava stuttfilmurin Skýming og eitt ráklipp av nýggja stuttfilminum hjá Antoni Petersen “Drongurin og Eggið”, havt so stóra ávirkan á leikstjóran, at Bela Tarr hevur tikið Anton Petersen sum næming. Skúlin byrjar hálvan februar.

Anton Petersen fekk í fjør Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.