Antik-lutir og fyrstahjálp í SMS

Framsýning

 

Í hesi vikuni verða Gallarí Vágsbotn og Reyði Krossur á Torginum í SMS.

Eisini verður myndaframsýningin frá Prix Føroyar finaluni í 1999 opin.

Týsdagin 17. apríl lat Gallarí Vágsbotn v/Noomi Juul upp stóra søluframsýning á Torginum í SMS. Mongu og vøkru antiklutirnir, sum Noomi sýnir fram og selur á Torginum, eru komnir úr Danmark í síðstu viku. Noomi sigur, at hon fylti eina stóra byngju við vørum, sum eru keyptar i Danmark fyri nøkrum vikum síðani. Áhugin fyri antik og gomlum lutum annars er ógvuliga stórur, sigur Noomi.

? Um páskahátíðina hava mong ringt til mín, fyri at keypa av teimum lutum, sum verða sýndir fram í SMS, og tað sigur ikki so lítið, leggur Noomi afturat. Framsýningin hjá Gallarí Vágsbotn letur aftur leygardagin, tá mong tilboð verða.

Reyði krossur

2. apríl í ár vóru tað 75 ár síðan Reyði Krossur í Føroyum varð sett á stovn, og í tí sambandi verða teir á Torginum fríggja- og leygardagin. Teir fara m.a. at vegleiða um fyrstuhjálp, og høvi verður at meldað seg til fyrstuhjálparsekið. Suni Winther, formaður í Reyða Krossi í Føroyum, sigur, at árið í ár er serligt.

? Tað eru 75 ár síðan vit fóru í gongd við virksemi okkara í Føroyum, og hetta vilja vit markera, m.a. við tiltakinum á Torginum í SMS hesa vikuna. Og til tess at savnað pening inn til dagliga raskturin av Reyða krossi, hava teir eisini gott tombola á Torginum hesar báðar dagarnar.

Suni Vinther leggur afturat, at hann vónar, at mong vitjandi hyggja framvið í SMS hesar dagarnar.

Myndaframsýningin heldur fram

Myndaframsýningini frá Prix Føroyar finaluni í 1999, sum 3´arin og SMS hava á Torginum, heldur fram hesa vikuna afturat. Framsýningini var stka væl vitjað í síðstu viku, og fyrireikararnir vóna, at enn fleiri vitjandi verða hesa vikuna. Framsýningini hongur uppi til leygardagin 21. apríl.