Tað verður Radomir Antic, sum fer at standa á odda fyri serbiska landsliðnum, tá hol verður sett á bólkaspælið til HM í 2010. Tann 6. oktober vitja føroyingar í Serbia, og tá skal nýsetti venjarin fyrstu ferð til próvtøku sum landsliðsvenjari.
59 ára gamli Radomir Antic hevur áður staðið á odda fyri sponsku Real Zaragoza, Real Madrid, Barcelona og Atletico Madrid.