Tað var ein vinmaður hjá Anthony Lopez, sum yvirgangsmaðurin, Omar Abdel Hamid El-Hussein, stakk í einum toki í november 2013.
Anthony vann X-Factor kappingina í fjør saman við føroysku Jasmin.
Tað sigur hann við blaðið MetroXpress, sum hevur fingið innlit í dómsbókina viðvíkjandi kníválopinum, sum mundi kosta vinmanninum hjá Anthony lívið.
Tað var tann nú 22 ára gamli Omar, sum leygdagin gekk amok við einum automatiskum skotvápni í Keypmannahavn og skeyt og drap tveir mans og særdi fimm løgreglumenn. Fyrst við mentanarhúsið »Krudttønden« á Eysturbrúgv og seinni um náttina við jødisku synagoguna í Krystalgede inni í býnum.
Álopini vórðu framd bara tvær vikur eftir, at Omar varð leyslatin eftir at hava verið fongslaður í hálvtannað fyri fyri kníválopið.
Tann nú deyði Omar Abdel Hamid El-Hussein segði tá í rættinum, at hann hevði roykt hassj og kendi seg paranoidan. Tí helt hann, at vinmaðurin hjá Anthony fyrr hevði lopið á hann. Hann tók tí felliknívin fram og fer yvir til nakrar dreingir, har hesin vinmaðurin situr. Oman stingur knívin í bollan og lærið hjá honum fleiri ferðir.
– Hann bløðir rættiliga illa. Blóð er allastaðni. Eg havi ongantíð sæð handan Omar fyrr, men eg helt bara, at hann kendi vinmannin. Vit dreingir kunnu jú »play fighte« og heilsa harðiliga upp á hvønn annan, men tá hann fer avstaðaftur, síggi eg, at har er heilt galið, sigur Anthony Lopez við mx.dk.
– Eg veit ikki, um hann er yvirgangsmaður, men hasin maðurin, eg hugdi í eyguni á, var heilt víst psykopatur, sigur Anthony.
Beint eftir álopið á vinmannin, loypur Omar á Anthony sjálvan, og eina løtu berjast teir í tokinum.
– Púra av mær sjálvum loypi eg á hann. Vit berjast við knívinum aftur og fram og eru niðri á setrinum í eini 10-15 sekund. Eg havi hann í einum taki og haldi, at eg havi stýr á honum, men hann slítur hann hondina við knívinum leysa, so eg má víkja. Brádliga er hann eftir mær, sigur Anthony Lopez.
Tá tokið løtu seinni steðgar á Ny Ellebjerg Station í Valby, stingur Omar av og fer avstað í einum hýruvogni.