Ansni Trygdarfelag bjóðar seg nú fram við einum sonevndum call-sentri, sum er ein tænasta til virkir og stovnar. Tænastan virkar soleiðis, at tá fólk ringja til fyritøkur ella stovnar, sum hava hesa tænastu, so eru tað fólk hjá Ansni, sum taka telefonina og avgreiða kundan.
Helgi Justinussen, stjóri í Ansni, sigur, at hetta er vanligt aðrastaðni, og hann sær ein tørv á hesi tænastu her heima hjá okkum. Vit hava eisini fingið fleiri fyrispurningar frá kundum, sum ynskja eina slíka tænastu.