Ansni bar skjótt at

Alarmurin hjá Føroya Bjór í Havn fór í gongd, og bara tríggjar minuttir seinni var Ansni á staðni Beint fyri klokkan fimm í morgun fór alarmurin, sum Ansni hevur stet upp hjá Føroya Bjór í Havnardali, at ýla.

Tað vildi so væl til, at ein vaktarmaður var heilt tætt við, so hann brúkti bara tríggjar minuttir um at koma á staðið.

Hann ringdi beinanvegin til politiið, sum lítla løtu eftir var har við hundum.

Enn er eikki greitt, um tað var roynd at gera innbrot, ella um nakar hevur verið inni og tikið nakað.