Í Suðurstreymoy er ansingartrupulleikin hjá barnafamiljunum um at verða loystur. Hetta tí Javnaðarflokkurin alla tíðina hevur trokað á fyri at fáa loyst trupulleikan.
Trýstið frá Javnaðarflokkinum hevur virkað so væl, at sjálvt teir borgarligu flokkarnir nú taka undir við okkum.
Væntandi hava øll børn í Tórshavnar kommunu tilboð um ansingarpláss í 2004.
Fyri at tryggja barnafamilur, vil Javnaðarflokkurin lógfesta rættin til barnaansing, tað sum tey í Danmark kalla ansingartrygd. Eisini halda vit, at systkinaravsláttur eigur at verða veittur familjum við fleiri børnum. Tí vil Javnaðarflokkurin virka fyri at lógfesta systkinaravsláttur í barnaansingini um alt landið.
www.lindenskov.com