Ansið eftir skúlabørnunum

Tá skúlarnir fyrsta dagin byrja, koma útvið 700 smærri børn út í ferðsluna. Mong skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis til at venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

 

Tí mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til at foreldur venja skúlaleiðina við børnunum, áðrenn skúlin byrjar.

 

- Hetta kann til dømis vera ta seinastu vikuna av summarfrítíðini, har tit ganga ella súkkla til og úr skúla við barninum. Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina. Stundir eru at tosa um ferðsluna, og hvørjum ein skal ansa eftir. Tess oftari tit ganga leiðina, tess betur dugir barnið. Tað er ikki nóg mikið at tosa um trygga ferðslu neyðugt er eisini at venja, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

- Nær børn duga at bera seg rætt at í ymsum ferðslustøðum valdast bæði um aldur og evni. Foreldur eru tey, ið duga at meta um, hvat teirra børn megna. Bæði í mun til tað tey hava vant í ferðsluni, og hvussu ferðslan er, har tit búgva, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Til ber at síggja góð ráð um børn í ferðslu á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.