Ansið tykkum fyri illgrunaverdum teldupostum

Fríggjakvøldið varð staðfest eitt heimsumfatandi álop á Microsoft Windows stýriskipaninar, sum er eitt “ransomware” virus undir navninum “WannaCrypt”, og nógvar fyritøkur og stovnar uttanlands eru raktar av hesum. Væntandi heldur henda hóttan fram næstu dagarnar.

 

Hjá Formula øktu tey beinanvegin um tilbúgvingina og hava framt tiltøk til tess at verja og tryggja tænastuveitingarnar frá Formula.

 

Formula biður fólk um at vera sera ansin við teldupostum, sum hava ivasaman uppruna og innihald.

- Um skaðin hendir, og teldan verður fongd við ”ransomware” virus, verða øll dáta á telduni bronglað og kunnu bert endurskapast um nøktandi trygdaravrit er av telduni. ”WannaCrypt” virus hevur tann serliga eginleika, at tað eisini kann raka aðrar brúkarar umvegis netverkið, um bert ein brúkari verður fongdur við hesum virusi, sigur Formula.

 

Formula heitir á fólk um at tryggja sær, at stýrisskipanin, Office, virusverja v.m. er dagført.

- Tað er sera umráðandi, umframt skilagóðan atburð hjá brúkarunum viðvíkjandi handfaring av telduposti vm., at eftirkanna og tryggja trygdaravritanina, at hon koyrir sambært ætlan. Ein dagførd trygdaravritan er hornasteinurin í bjargingini, um ein verður raktur av hesum trupulleika, sigur Formula.