TÍÐINDASKRIV
Heitt verður á øll um, at ansa eftir at einki burturkast liggur og sløðist. Tað er bannað at brenna ella at blaka burturkast fyri bakka. Kommunur, fyritøkur og húsarhald eiga at goyma sítt burturkast í afturlatnum íløtum ella afturlatnum postum til viðurskiftini eru komin í rættlag. Burturkastið eigur at verða goymt á einum staði og á ein hátt, so at hetta ikki er til umhvørvisligan ella heilsuligan ampa.
Serliga skal ansast eftir, at húsdjór, rotta, fuglur ella vindur ikki spjaðir burturkasti.