Hesa ársins tíðina fer serliga nógv arbeiði hjá Landsverki fram á vegunum og í tunlunum kring landið. Tað er nevniliga í summarhálvuni, at starvsfólk hjá Landsverki mála strikur og asfaltera vegirnar.
Afturat hesum arbeiði skulu vegir og tunlar haldast reinir og ruddiligir alt árið, so framkoman er optimal og ferðslutrygdin í lagi fyri tey ferðandi. Grót verður ruddað av vegunum, skeltir skulu vaskast, ruskíløt fram við landsvegnum tømast og bussskýli verða vaskað og ruddað regluliga.
Hetta dagliga arbeiði mitt úti í ferðsluni á landsvegunum er ikki heilt vandaleyst. Tað er tí av alstórum týdningi, at bilførarar á landsvegunum eisini hava hetta í huganum - at ansa eftir okkara fólki úti á vegunum og inni í myrku tunlunum.
Bilførarar geva ikki skeltunum um at seta ferðina niður nóg stóran ans, og tí er tað ofta við lívinum í vága, at arbeitt verður á landsvegunum, siga tey á Landsverki.
Kelda: www.landsverk.fo