Ansið eftir hundunum

Gamlaárskvøld ein sonn marra fyri onkrar hundar og teirra eigarar, men til ber at sleppa undan, at hundar gerast bangnir og ótryggir á nýggjárinum.

Fríðhild Debes frá Føroya Sivila Hundaførarafelag sigur tað vera umráðandi, at eigarin ikki ger nakað burturúr, tá hundurin verður bangin:

- Um tú byrjar at ugga hundin, kann hann lættliga blíva uppaftur meira bangin. Gev hundinum góðbitar ella onkra leiku, tá hann vísir rættan atburð og er róligur, hóast fýrverk verður skotið, sigur Fríðhild Debes.

Í summum førum er støðan so ring, at tað ikki ber til at læra hundin, at fýrverkið ikki er vandamikið, hóast tað larmar og gevur eitt løgið ljós frá sær:

- Um hundurin er ræðslusligin, er ein møguleiki at geva hundinum sissandi heilivág. Hesin heilivágurin fæst frá djóralæknanum, og henda viðgerðin skal aloftast byrja fleiri dagar áðrenn gamlaárskvøld, greiðir Fríhild Debes frá. Hon leggur afturat, at til ber eisini at geva hundinum náttúruheilivág, sum inniheldur eitt nú urtina Baldrian, ið virkar sissandi upp á hundin.

Her eru onnur góð ráð til hundaeigarar á nýggjárinum:

- Lat hundin vera inni í einum rúmi, har gardinurnar eru drignar fyri vindeyguni

- Tenda ljósið í rúminum, har hundurin er

- Tendra útvarpstólið ella set eina fløgu á

- Gev hundinum frið